Gisp! í Norðurlandahúsinum

Túrur niðan í Norðurlandahúsið til Gisp! framsýningina fríggjadagin 31. okt. Kl. 14 gekk leiðin niðan í Norðurlandahúsið saman við tweenarum og børnum úr kreativa verkstaðnum.

Vit høvdu pakkað okkum ein ryggsekk við onkrum góðum til dagsins rætt, og eisini høvdu vit tikið nakrar blýantar og pappír við, so vit kundu festa øll hugskotini á pappír beinavegin 🙂 Tað var heldur váttligt at ganga, so vit fingu ein góðan busstúr niðan.

Gisp! framsýningin hevði mangt spennandi at vísa fram. Nógvar flottar og litríkar myndir, og eisini onkur eitt sindur øðrvísi mynd, sum børnini hildu vera sera áhugaverda. Tað var stuttligt, at ein kundi fara inn í smærri hús – sum vit kallaðu tað – og síggja ymiskar myndir. Onkur av børnunum valdu at sita ella liggja á gólvinum inni í húsinum fyri síðan at eygleiða myndirnar.

Tá ið vit høvdu fingið okkum okkurt gott at eta, settu fleiri seg at tekna, og ímeðan las Dagmar søguna um Poetikus fyri okkum. Eftir at hava verið í Norðurlandahúsinum í góðar 2 tímar, gekk leiðina oman aftur í Margarinfabrikkina. Takk fyri ein frálíkan túr 🙂

[fancygallery id=”5″ album=”21″]