Salua bloggar: Okkara kjarnuvirðir

Í 2013 fóru vit starvsfólk í Margarinfabrikkini í gongd við at eftirmeta okkara virðisgrundarlag. Vit hittust øll starvsfólk, sum tilsamans telja 18, trý vikuskiftir, har vit royndu at “viska” talvuna reina og vórðu sett saman í bólkar. Vit arbeiddu við okkara virðisgrundarlagið í hesum bólkum, har tankarnir fingu frítt spæl. Síðani kókaðu vit tað niður, soleiðis at tað er lætt lesiligt.

 Tað er sera týdningarmikið fyri okkum starvsfólk í Margarinafabrikkini, at vit allatíðina reflektera, eftirmeta og endurskoða okkum sjálvi, soleiðis at vit ikki standa í stað, men heldur menna okkara førleikar, børnum og ungum til gagns.

Fyri at røkka hesum málum, ynskja vit eitt opið, erligt og eyðmjúkt samskiftið við brúkarar og avvarðandi.

Okkara vón er, at tit, sum á onkran hátt eru brúkarar og avvarðandi av húsinum, kenna virðini aftur 🙂

Vinarliga

Salua Manai
Leiðari

[accordion] [acc_item title=”Hví arbeiða vit her?”]

Tí at …

  • Margarinfabrikkin er eitt livandi, spennandi, inspirerandi og stuttligt hús mitt í hjartanum í Tórshavn
  • starvsfelagirnir eru djarvir, empatiskir, stuttligir og engageraðir
  • arbeiði er fakliga varierandi og pulserandi og vit fáa brúkt okkara viftu av ymisku fakligu førleikum
  • her er møguleiki at fordjúpa seg, bæði í tí einstaka menniskjanum, fakliga og persónliga
  • góðu umstøðurnar og umhvørvið rúma so mongum ymiskum menniskjum
  • vit hitta so nógv børn og ung í so ymiskum aldri og lívs umstøðum og tískil fáa innlit í eitt breitt tíðarskeið í teirra menning
  • vit síggja tey sum sjálvstøðug, stuttlig, leitandi, skapandi, og inspirerandi individ
  • synergiin at tey ávirka okkum starvsfólk og vit tey, ger Margarinfabrikkina til eitt læruríkt stað
[/acc_item] [acc_item title=”Okkara kjarnuvirðir”]

Eru…

  • Rúmligheit – vit hava stórt menninskjaligt innlit, sum ger at vit rúma ymiskleika í Margarinfabrikkini.
  • Frælsi – vit hava tað hugsjón at Margarinfabrikkin er ein frístaður hjá børnunum og teimum ungu og tí skulu tey hava møguleikan til at velja til og at velja frá og harvið vera við til at skapa sín egna samleika.
  • Humor – vit nýta eitt nú humor fyri at náa børn og ung. Vit hava eina spælandi læru tilgongd. Í Margarinfabrikkini hava vit tað stuttligt saman.
  • Felagskapur – menniskja mennist bert í samspælið við onnur. Vit halda at øll børn og ung hava rætt til vinir. Í felagskapinum minka vit um einsemi. Vit vilja at felagskapurin er við til at vit øll, vaksin, børn og ung hava fokus á solidaritetin heldur enn “individdyrkan”.  
  • Kveikjan  Vit ynskja at stimbra, eggja og inspirera børnini og tey ungu sum koma í Margarinfabrikkina til at menna síni evni og gerast sunn, glað og virkin menniskju. Vit ynskja at vera við til at tey finna megi til at bjóða avbjóðingunum tey møta av. Vit hava eitt tilvitað fokus á styrkir heldur enn veikleikar í Margarinfabrikkini.
[/acc_item] [acc_item title=”Hvussu gera vit?”]

Vit…

  • geva børnum og ungum frælsi við ábyrgd,- tað gera vit við at børn og ung eru við til at mynda Margarinfabrikkina, samstundis sum vit tillaga krøv og væntanir til tann einstaka
  • hava tann hugburð at vit øll eru gimsteinar – og í Margarinfabrikkini sleppa allir gimsteinar at skína.
  • geva við okkara vitan og virðing fyri menniskjanum umstøður og møguleikar at børn og ung gera sær sínar egnu royndir, soleiðis at tey fáa eyga á sínar egnu styrkir.
  • tora nærveruna, við at skapa tíð og pláss til tann einstaka.
  • hava áhuga í at koma at kenna børnini og tey ungu
  • leggja oyra til teirra søgu, sum vit hava æruna av at vera partur av.
  • skapa umstøður til djúphugsan og at vera í løtuni. Tilgongdin er fyri okkum virðismiklari enn úrslitið.
[/acc_item] [/accordion]