Vit fara at hava tann stuttliga og hugnaliga salong dagin aftur í morgin.
Síðstu viku vóru sera nógv børn og vitjaðu, og bíðilistin var so langur, at vit hava dagin aftur í morgin frá kl.13.00.
Vit bjóða lekkurt hondbað við massagu, neglalist við neglalakki og flottar frisurir í hárhorninum, tað verður tónleikur og okkurt gott afturvið 🙂 🙂 Tað er ókeypis fyri limir og vinir 🙂