Vika 46 í myndum

Vit hava upplivað eina rúgvu seinastu dagarnar 🙂 Hvønn mánadag hevur Selma kokkarok við 5-6 børnum, sum læra at gera mat og njóta matin saman. Tað er gjørligt at tekna seg við at senda ein teldupost til salua@torshavn.fo.

Vit hava eitt deiligt rúm á loftinum, sum vit brúka til tweenarar, tónleikafrálæru og kreativa verkstaðin. Rúmið kann brúkast til mangt og hvat, hósdagin vóru eini 20 børn við og lærdu at geva hond og andlitsmassagu. Tey vóru sera dugnalig til at fylgja við og til at slappa av.

Fríggjadagin var stuttliga barnadisko fyri 3. og 4. flokki, og tað vóru yvir 80 børn, sum vóru við og stuttleikaðu sær. Hæddarpunktið var tá Føroyar vunnu á Grikkalandi, tað var dansur, klemm og fagnarróp um alt húsið, ein løta vit fara at minnast leingi 🙂

 

[fancygallery id=”5″ album=”23″]