Samrøðubólkur fyri tannáringar, hvørs foreldur eru skild
Vit hava fingið fleiri fyrispurningar frá ungum, ið sakna ein møguleika at tosa við onnur ung, um hvat tað kann innibera at vera ein tannáringur, ið roynir at flúgva úr einum brotnum reiðri.
So ert tú ímillum 13 og 15 ár, og eru tíni foreldur skild, hevur tú møguleika at koma í samrøðubólk í Margarinfabrikkini.
Vit byrja í februar 2015 og tað verða Salua og Ingvør, námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið koma at leiða bólkin.
Vit hittast hósdag frá 15-17 og pláss er fyri 6 ungum í bólkinum.
Tú meldar teg til við at skriva til: ingvorih@gmail.com ella við at ringja Ingvør tlf. 215775.