Barnajól 6.des 2014

Leygardagin 6.des var Barnajól kl.11-17 í Margarinfabrikkini og Posthúskjallaranum.

Dagurin var so hugnaligur og stuttligur, við framførslum og verkstovum. Børnini og tey ungu kundu gera bomm, fáa andlitsmáling og jólanegl. Í Margarinfabrikkini kundi tey gera leir, grafik og baka, alt sum tey minstu eisini kundu verða við til. Smákøkurnar og printið fingu tey heim við, og leirið tók Guðrið við sær at brenna, so tað verður sent til børnini við postinum, sum ein ordans jólagáva 🙂

Tað vóru út við 400 børn og vaksin, sum vóru við til dagin. Tað er einans gjørligt, at taka ímóti so nógvum gestum við dugnaligum starvsfólkum, verkstovuleiðarum og ungum hjálparfólkum, stóra tøkk til tykkum øll! 🙂

Framførslirnar vóru allar við børnum og ungum, sum hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini ella hava luttikið í Talent kappingini. Tað var flottur dansur og sangur, sum tey sjálvi hava sett saman við vegleiðing frá starvsfólkum. Tað er fantastiskt at síggja, hvussu evnarík børn og ung í Føroyum eru.

Vit fara í jólafrítíð fríggjadagin 19.des og ynskja øllum okkara limum og vinum eini gleðiðlig jól 🙂

 

[fancygallery id=”5″ album=”26″]