Mikudagin 17.des kl.15.00-16.30 verður jólakaffi fyri øllum limum, vinum og teirra familju.
Vit hava nakrar framførslur á skránni, dansibólkurin dansar sín jóladans, Rebekka Johansen og kórið Young Notes syngja.
Tað verður kaffi, smákøku og bommsøla, alt sum kemur inn verður latið til “Í menniskjum góður tokki”. Børnini hava gjørt bomm og smákøkurnar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og hava eina lítla huganløtu saman 🙂