Í sept. 2014, fór heilafabrikkin í gongd fyri fyrstu ferð. Heilafabrikkin er fyri børn ið hava tørv á hjálp til støddfrøði. Frálæran verður skipað á ein heldur ørðvísi hátt enn vit kenna frá fólkaskúlanum. Ætlanin er ikki, at børnini skulu gera meira av tí sama, men heldur á ein alternativan hátt. Tað er við umbøn frá lærarum og í samstarvið við teir, at vit nú fara í holt við hesa verkætlan.
Hesaferð verður tað mest sum ein royndarverkætlan, og tað ger, at vit arbeiða saman við einum skúla í Havn. Tað vil siga, at børnini hesaferð bert kunnu meldast til av lærarum á hesum eina skúlanum. Ætlanin er at víðka tilboðið so skjótt sum til ber, soleiðis at tað framyvir fevnir breiðari. Tí fara vit at hava tætt samstarv við allar støddfrøði lærararnar í kommununi, so tey børn sum hava mest tørv á hesum tilboði sleppa fyrst framat.
Vit eftirmeta tilboðið hvørja viku, soleiðis at vit kunnu laga tað til tørvin hjá børnunum.
Vit gleða okkum at royna hettar nýggja tilboði og vóna, at tað fer at gera mun hjá einstaka barninum.
Vit vilja takka Lions Liljuni fyri peningaliga stuðilin. Uttan teirra stuðul hevði hendan verkætlanin ikki verði veruleiki.