Vitjan av ferðsluløgregluni

Mánkvøldið 8.12.14 høvdu vit vitjan av ferðsluløgregluni. Hendan vitjanin kom í lag aftaná at onkur av teimum ungu høvdu ynskt, at koma í prát vit teir. Teir ungu mennirnir høvdu ymiskar spurningar, ið vit skrivaðu niður áðrenn vitjanina, á henda hátt vóru vit eisini fyrireikaði.

Spurningarnir snúði seg um alt frá nær uppboðsøla verður, hvar teir konfiskeraðu lutirnir fara, til nær nýggja ferðslulógin galdandi fyri scootarar, verður sett í gildið.

Eini 15 ungir dreingir vóru komnir og saman við Karl Leonson og Jan Fossaberg, fóru vit upp í tónleikarúmið. Fyrst løgdu teir út við hvørjir teir vóru, hvussu leingi teir høvdu arbeitt og so herjaðu vit á við spurningum. Og tað vóru ein rúgva av spurningum. Jan og Karl dugdu sera væl at svara spurningunum og allir spurningarnir vóru svaraðir sera skilliga.

Eitt sum eg beit merki í, av tí teir søgdu, var at heldur enn at fara at róta við rúsevnium og herverki, so skuldu teir heldur róta runt við scootarum. Og var trongdin til at koyra ov skjótt, so skuldi teir spyrja onkran bónda um loyvi at koyra í teirra haga og so koyra har.