Vónandi eru tit øll komin gott inn í nýggja árið, vit eru so glað, at síggja allar limir og vinir aftur 🙂
Árið 2015 hevur nógv á skránnið í Margarinfabrikkini, vit eru í gongd við at fyriskipa stór og smá tiltøk alt frá tónleikakappingini Sement, Talent, Summarnám, Upplivingar pakkar fyri ung til barnadisko.
Hvønn dag er okkurt spennandi á skránni
Mánadag: Kokkarok við Selmu (limir)
Týsdag: Dansispøl við Gunn og fótbóltur í Gundadali
Mikudag: Quiz og tónleikafrálæru (limir)
Hósdag: Skoyting/svimjing (limir)
Fríggjadag: Kreativur verkstaður
Vit gleða okkum at síggja teg í 2015 🙂