Í viku seks, fara vit í Margarinfabrikkini at seta fokus á SEX. Málbólkurin er tey ungu sum ganga her um kvøldið, t.v.s. 7. flokkur og til og við tey 17 ára gomlu.
At verða tannáringur er ein sera spennandi tíð og samstundis kann tað eisini verða ein sera ørkymlandi tíð. Kroppurin broytist og kenslurnar kunnu verða sum tær ógvusligastu vulkanirnar, og ofta kann tann kenslan kennast løgin.
Áhugin fyri at læra sín egna kropp og kroppin hjá øðrum at kenna, gerst størri og størri og hugurin til at granska sín egna kropp økist. Tankar sum, “Hava onnur tað sum eg, ella er tað bara eg sum havi tað soleiðis”, eru heilt vanligir fyri tannáringar.
Sum tannáringurin gerst eldri, gerst sex meira og meira ein natúrligur partur av lívinum, ja vit kunnu enntá siga at sex kann verða líka so umráðandi sum matur.
Í hesari vikuni fara vit at taka ymisk evni upp, ið snúgva seg um sex, kroppin og tað at verða ungur. Vit hava ein spurnarkassa kallaður “SEX SPURNINGAR”, í stórarúmið og longu nú eru fleiri spurningar komnir.
Skráin fyri viku SEX er ikki endaliga liðug enn, men vit hava gjørt avtalu við Karina Dahl, ið er sexologur, at koma oman at svara spurningum, og tað hevði verið super deiligt, um vit kundu fingið eitt prát/kjak, um tað ið rørist ímillum tykkum ungu.