Dagmar bloggar: 2015 eitt nýtt ár

……”Tit mugu heilt seriøst hugsa um at hava opið millum jól og nýttár”…..

Hettar blivu vit møtt við, hetta fyrsta kvøldið vit høvdu opið, aftaná eina laaanga jólaferiu. Hvat er tað ikki deiligt við tílíkum ynskjum. “Eg havi kett meg, tað er einki at gera, eg havi bara sovið…” Ja, vit hava eisini saknað okkara deiligu børn og okkara deiligu ungu menniskju.

Deiligt at byrja árið 2015 á ein slíkan hátt og eg sigi fyri okkum øll, at vit síggja fram til allar tær upplivingar, ið árið ferð at bjóða uppá. Eg eri vís í at vit fara at uppliva gleði, fustratiónir og eisini sorg. Sorg, tí at onkur fyllir 18 ár og tá gerst ov gamal at ganga her hjá okkum…..gott at vit tá kunnu bjóða ein drekkamunn um so er, at tey detta inn á gólvið,- til prát, Partners… ella bara eitt HEY 🙂