Seinasta freist at melda seg til samrøðubólk fyri tannáringar, hvørs foreldur eru skild

Ert tú ímillum 13 og 15 ár, og eru tíni foreldur skild, hevur tú møguleika at koma í samrøðubólk í Margarinfabrikkini.

Tað verða Salua og Ingvør, námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið koma at leiða bólkin.

Tú meldar teg til við at skriva til: ingvorih@gmail.com ella við at ringja Ingvør  tlf. 215775.