Seinasta freist at tekna seg til Talent 2015

Nú nærkast freistin at tekna seg til Talent 2015.

Talent verður 26.mars og finalan verður 27.mars í Margarinfabrikkini.

Endamálið við kappingini er, at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur og gávur. Við at hava kappingina í Margarinfabrikkini, fáa tey eitt trygt umhvørvið og samstundis eisini vegleiðing í pallframførslu. Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar, og serliga verður dentur lagdur á, at geva hvørjum luttakara eina success uppliving, so tey menna sítt sjálvsálit og gerast meira sjálvsikkur.

Talent er fyri øll børn í Føroyum í 3.-6.flokki.

Tit kunnu tekna tykkum við at senda ein teldupost til: talent@fabrikkin.fo. Viðmerkjast skal navn, flokkur, talent og um tørvur er á nakrari úterð. Tað er avmarkað pláss í ár.

Freistin at tekna seg er fríggjadagin 13.mars

Tað verður lagt dentur á, at tey luttakandi, skulu venja teirra framførslu, so tey kenna seg væl á pallinum :)