Góðu tit øll 🙂
Her er ein tíðindastubba frá okkum í Margarinfabrikkini.
Tað er okkum ein gleði og æra at vera um tykkara børn í gerandisdegnum.
Talent 2015
Tað er gjørligt, at tekna seg til talent kappingina fyri teimum í 3.-6.flokki. Kappingin verður 26. og 27.mars í Margarinfabrikkini, og vinningurin er 1000 kr. Tilmelding er á talent@fabrikkin.fo seinasta freist er fríggjadagin 13.mars.
Tiltøk:
Mánadagur
Yoga og avspenning (bert fyri limir)
Mánadagar fara vit sum nakað nýtt, at bjóða børnunum til eina løtu við yoga og avspenning. Hendan løtan fer at vera merkt av friði og nærveru. Elin fer saman við børnunum at gera ymiskar rørslur og venjingar, sum fremja bindindi hjá børnunum og evnini at savna seg.
Elin K. Jacobsen fer at leggja børnunum lag á.
Týsdagur
Drama (bert fyri limir)
Týsdagar kunnu børnini í Margarinfabrikkini ganga til drama.
Á skránni verða smá dramaspøl, kropsvenjingar, improvisatiónir og konsentratiónsspøl.
Endamálið við drama er m.a., at læra at traðka fram, og tora at vísa eina aðra síðu av sær sjálvum.
Dramaundirvísingin er hvønn týsdag frá kl. 14.00 – 16.00
Neyðugt er at melda seg til áðrenn fríggjadagin 20. feb. Tað kunnu tit gera á fabrikkin@torshavn.fo
Beinta K. Clothier undirvísir.
Fótbóltur (fyri øll)
Hvønn týsdag er fótbóltur í Gundadali. Eitt starvsfólk fer við børnunum niðan á vøllin, har lið verða gjørd og kappast verður.
Mikudagur
Quiz (fyri øll)
Mikudagar kl. 15 er spurnarkapping á skránni. Øll kunnu vera við í spurnarkappingini.
Tweens
Hvønn mikudag er tweens á loftinum í Margarinfabrikkini. Hetta er fyri børn í 5. og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar við góðum og áhugaverdum práti, sum rørir seg í teirra unga sinni.
Hósdagur
Tónleikafrálæra (bert fyri limir)
Tónleika frálæran er eitt høvið hjá børnunum at royna ymisk ljóðføri. Tey kunna fáa frálæru einsamøll ella í bólki. Ljóðførini sum eru at velja ímillum eru, trummur, gittar, klaver og sang. Børnini velja sjálvi hvat tey hava hug at royna.
Um okkurt av hesum hevur teirra serliga áhuga er møguleiki at nýta tíðina hvørja viku til tað.
G.G.
Tónleikafrálæran sum hevur verið hvønn mikudag frá kl.13.00 til kl.17.00 verður nú flutt til hósdag kl.13.00 til kl. 17.00
Bartal Augustinussen og Uni Debes undirvísa.
Fríggjadagur
Ítriv (fyri øll)
Hvønn fríggjadag er ítriv allan dagin. Ítrivsrúmið uppiá er fult av ymiskum tilfarið sum børnini kunnu nýta sum tey vilja. Ofta arbeiða tey við einum evni hvørja ferð, so sum smykkur, maskur, prýðislutir o.a. Øll børn eru vælkomin.
Elin K. Jacobsen leggur lag á.
Køksfabrikkin (bert fyri limir)
Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni. Hendan verksmiðjan hevur verið sera vælumtókt og børn hava staðið á bíðilista, so vit hava valt at halda áfram so leingi áhugi er fyri tí.Vistfrøði er ein spurningur um heilsu og at ansa eftir umhvørvinum. Vit fara at kanna hvussu okkara matarskipan ávirkar umhvørvið, og vit fara at matgera við heilsugóðum, og vistfrøðiligum vørum. Vit fara at royna okkum við matvørum, frá okkara heimliga umhvørvið.
Verksmiðjan verður fríggjadagar frá kl. 14.00 til 16.30 í Margarinfabrikkini, 5 fríggjadagar í alt. Pláss verður fyri 4 børnum og næsta hold byrjar fríggjadagin 6. mars kl. 14.00.
Selma Erol fer at hava verksmiðjuna.
Tit kunnu melda tykkara børn til, við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo . Tit eru eisini vælkomin at ringja til Margarinfabrikkina á 292117 ella 282119, um tit hava spurningar um eitthvørt.
Margarinfabrikkin fer í páskafrí mánadagin tann 30-03-2015 og letur upp aftur týsdagin tann 07.04.2015
Sum nakað nýtt, eru starvsfólk farin at blogga um alt ímillum himmal og jørð. Evnir sum námsfrøði, mentan, virðisgrundarlag, samfelagskjak verða fastir táttir á blogginum.
Ætlanin er eisini at børnini og tey ungu fara at hava ein teig, har tey blogga um eitthvørt sum tey hava uppá hjarta.
Vinarliga
Starvsfólkini
🙂 🙂 🙂