Mikudagur 25.02.15
Í dag vóru vit 8 tweenarir. Aftaná at hava skorið frukt og gjørt drekkamunn, fóru vit upp í tónleikarúmið.
Nú tað er fast, at tweentime er mikudagar, er upplagt, at finna útav hvat vit skulu brúka hendan dagin til.
Nógv hugskot vóru havd á loftið: havsvimjing, biograftúrur, vitja ymisk søvn, bowla, fara á matstovu, vitja flogvøllin, seiðaberg og nógv onnur. Her er nógv at taka fatt í 🙂
Men okkara elskaða spurnarkapping var eisini á skránni og vinnarin var “EINGIN” (genialt navn) 🙂
So var millummálið á skránni og aftaná tað spældu vit “heingja mann”. 🙂
Takk fyri ein deiligan seinnapart tit TWEENARIR 🙂