Alla hesa vikuna fara fleiri danskir felagskapir, skúlar og kommunur at varpa ljós á einsemi.
Í Føroyum eru tað eisini fleiri, sum kenna til einsemi og tí vilja vit eisini varpa ljós á hetta.
Vit kenna óivað øll til einsemi, vita um onkran, sum ofta er einsamallur ella kenna okkum sjálvi einsamøll til tíðir. Einsemi er eitt tabu evni, ið ikki verður tosað hart um, og harvið verður heldur einki gjørt við trupulleikan.
Einsemi kann raka øll í ávísum tíðarskeiðum í lívinum og eisini kunnu støður uppstanda, ið hava við sær, at ein kennir seg einsamallan. Einsemi kann verða varandi, men tað kann tíbetur eisini hvørva aftur.
At kenna seg einsamallan í stytri tíð er ikki vandamikið, men eitt tekin um, at nú mugu vit søkja sosiala kontakt, men um einsemi varar leingi, kann tað hava álvarsligar avleiðingar við sær. Um ein broytur atferð og hevur ringt við at vera saman við øðrum, tí ein heldur, at hann ikki hevur nakað at bjóða øðrum, oyðileggur hetta ikki bara lívsgóðskuna, men kann eisini verða skaðiligt fyri heilsuna.
Tíbetur kann nakað gerast við hendan trupulleikan. Um vit føla okkum einsamøll, kunnu vit byrja við at siga tað hart, helst við onkran annan. Tað krevur dirvi at tosa hart um tað, men tað er lættari at gera nakað við trupulleikan, tá ið man er fleiri um hann.
Tað sum vit í felag kunnu gera er at síggja tey, sum eru rundan um okkum, so at tey ikki føla seg ósjónlig. Gera rúm fyri øðrum í teimum felagsskapunum vit eru í. Tað skal ofta ikki so nógv til, fyri at gera ein mun.
Vit fara at varpa ljós á hetta evnið á tann hátt, at vit fara at tosa um evnið. Hvat er einsemi? Hvussu kennist tað, at vera einsamallur? Hvussu kann man hjálpa einum, ið kennir seg einsamallan?