HJÁLP !!! Mítt barn er byrjað at ganga í býnum

Hvat gera vit við hesar tannáringarnar, ið ganga og mala í býnum á nátt? Hvat er normalt? Hvat er rætt? Hvat er tað besta fyri tey? Hvussu gera tit? Hvat halda tit? Hvat skulu vit gera í Margarinfabrikkini? Hvør hevur ábyrgdina?

 

Orsøkin til allar hesar spurningarnar er, at vit starvsfólk í Margarinfabrikkini hava verið og eru eitt sindur í villareiði um, nær vit skulu biðja 7. fl. næmingarnar fara heim. Vanlig kvøld er opið til kl. 22.00 fyri øllum tannáringum og tað riggar væl. Meeeen, so er tað fríggjakvøld og leygarkvøld. Tá er verri, tí tá er Margarinfabrikkin opin til kl. 02.00.

 

Hvat gera vit, tá ið okkara málbólkur er øll ung millum 13 og 17 ár?

 

Vit kundu hugsað okkum, at tit foreldur komu á banan við tykkara hugsan um nær tit vilja hava tykkara børn heim.

 

Fram til páskirnar bóðu vit starvsfólk 7. fl. næmingarnar fara heim kl. 24.00. Vit halda, at tá er tíð hjá teimum at fara heim. Tey flestu góðtóku tað og summi hildu tað vera rotið.

 

Men, hvar fara tey tá ið tey fara frá okkum? Fara tey heim? Ja, tey flestu fara helst heim, men so eru tað eisini tey, ið vit vita fara út í býarlívið. Og so er tað at vit hugsa, at tey heldur burdu verið inni í hitanum hjá okkum í Margarinfabrikkini.

 

Vit hava tí nú valt at tey kunnu vera í Margarinfabrikkini til vit steingja, sum er kl. 02.00. Vit hava sum omanfyri nevnt kjakast nógv um hvør hevur ábyrgdina av nær tey ungu heim. Vit vita at tað kann vera lættari hjá summum av tykkum foreldrum at fáa tykkara tannáringar heim, tá ið vit hava eina tíð har tey skulu út úr Margarinfabrikkini, men hinvegin so vita vit at vit senda nøkur út í býarlívið og tað hava vit snøgt sagt ikki samvitsku til.

 

Onkuntíð kundi man hugsa sær at tað var ein facitlisti til tannáringar og barna upplæring sum heild, men so er ikki 🙂