Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni. Hendan verksmiðjan hevur verið sera vælumtókt og børn hava staðið á bíðilista, so vit hava valt at halda áfram so leingi áhugi er fyri tí.
Vistfrøði
Vistfrøði er ein spurningur um heilsu og at ansa eftir umhvørvinum. Vit fara at kanna, hvussu okkara matarskipan ávirkar umhvørvið, og vit fara at matgera við heilsugóðum og vistfrøðiligum vørum. Vit fara m.a. at royna okkum við matvørum frá okkara heimliga umhvørvi.
Verksmiðjan er hósdagar frá kl. 14.00 til 16.30 í Margarinfabrikkini – 5 hósdagar tilsamans. Pláss verður fyri 4 børnum hvørja ferð. Selma Erol fer at hava verksmiðjuna.
Tit kunnu melda tykkara børn til við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo . Tit eru eisini vælkomin at ringja til Margarinfabrikkina á 292117 ella 282119, um tit hava spurningar um eitthvørt. Næsti bólkur byrjar eftir summarfrítíðina.
Bert fyri limir. Les meiri hvussu tú gerst limur her