Tónleikakappingin Sement verður í Reinsarínum 15.-16. og 22.-23. maj. Til ber at melda seg við at trýsta á leinkjuna í neðra. Margarinfabrikkin skipar fyri kappingini í samstarvi við Reinsaríið.
Reglur:
Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakað út áður. Hvør bólkur/einstaklingur fær 15 minuttir á palli – har í minsta lagi 2 egin løg verða framførd. Allar sjangrur eru vælkomnar.
Vinningar:
Vinnarin fær gávubræv á tríggjar dagar í upptøkuhølunum hjá Bloch Studio við tøkningi. Gávubrævið hevur eitt virði á umleið 17.000,- kr. Bloch Studio stuðlar ein part av upphæddini.
Vinnarin fær eisini eitt gávubræv á 3.000,- ið Simme Musikkhús letur
Tilmelda her: https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin/Sement2015Tilmelding