Síðsta ár framførdu fleiri ung úr Margarinfabrikkini til eitt tiltak hjá Føroya Pedagogfelag, tey framførdu við tónleiki og dansi.
Tey ungu høvdu vant sera nógv til tiltakið og eydnaðist teirra framførsla sera væl.
Í samband við framførsluna fóru tey ungu eisini út at eta og hugna sær saman. Tað er altíð nógv á skránni í húsinum, og tí tók tað sína tíð at seta ein dag av, men tá ið dagurin so upprann, hugnaðu vit okkum óført saman.
Vit fyriskipa nógv ymisk tiltøk og eru eisini nógv umbiðin, til at fyriskipa ymisk tiltøk fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu. Børnini og tey ungu, sum dagliga brúka Margarinfabrikkina, eru altíð við til øll tiltøkini, har tey bæði framføra og hjálpa til við fyrireikingunum.
Nøkur av teimum tiltøkunum, sum vit skipa fyri og eru við til at skipa fyri eru Talent, Barnajól, Earth Hour, Umhvørvisveiða og Festivalar. Eisini hava vit verið við til at gera sjónbandaløg og havt framførslur í barnagørðum.
Fyri børnini og tey ungu er tað ein fantastiskur møguleiki og ein minnisrík hending at sleppa at vísa síni kynstur. Men tað er serliga øll orkan, tíðin og arbeiðið, sum verður lagt í venjingina undan sýningini, sum er tað stuttliga við at framføra. Allir teir tímar, sum tónleikabólkurin, dansararnir og sangararnir brúka saman við undirvísaranum til at skapa okkurt nýtt og at fáa tað at ljóða og síggja gott út, tað eru tímar, sum gagna øllum luttakarunum. At eygleiða, at børnini og tey ungu gerast betri til hvørja venjing og fáa størri sjálvsálit, tí tey síggja úrslit av sínum innsatsti, tað er størsta gleðin hjá starvsfólkunum og undirvísarunum.
Vit hava altíð okkurt at bjóða teimum, sum ynskja at læra og betra um síni kynstur.
– Mánakvøld er gentukór frá kl.18.30 fyri øllum í 7.flokki til 17 ár, ókeypis
– Týsdag er drama kl.13.00 fyri limir, tilmelding í kioskini
– Týskvøld er dansur við dansibólkinum KTM kl.19.30, ókeypis
– Hósdag er tónleikafrálæra kl.13.00 fyri limir, tilmelding í kioskini
Eisini hava tey ungu møguleikan, at lána tónleikahølið eftir avtalu við starvsfólkini.
[fancygallery id=”7″ album=”34″]