Nú tað stundar til summarfrítíðina, hava vit avgjørt, at øll børn sum fara í 3. flokk eftir summarfrítíðina, sleppa at royndarkoyra Margarinfabrikkina allan juni mánaða. Á henda hátt koma børnini betri at kenna húsið og fáa eina føling av, hvussu ein gerandisdagur í Margarinfabrikkini er, og eisini koma tey at kenna okkum starvsfólk betri – og vit tey 🙂
Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim fyri skúlaárið 15/16, men hetta er ikki eitt krav. Sum limur í Margarinfabrikkini hevur ein framíhjárætt at sleppa við til SummarNám, sum verður í døgunum 29. juni til og við 3. juli.
Vit gleða okkum at síggja nýggjar vinir og limir 😉