6. flokkur í Margarinfabrikkina um kvøldið ;)

Allan juni mánaða sleppa ung úr 6. flokki at vera í Margarinfabrikkini um kvøldarnar mitt í viku, tvs. mánakvøld – hóskvøld kl. 18-22. Á henda hátt kunnu tey ungu fáa eina betri føling av, hvussu tað er at vera á margar um kvøldið og hvussu stemmningurin er. Eisini eru aðrir og øðrvísið aktivitetir um kvøldarnar so sum  kór venjing mánakvøld, quiz mikukvøld, døgurið hóskvøld og mangt annað spennandi 🙂 Og ikki minst koma tey eisini at kenna hinu ungu, sum ganga í margar um kvøldið 😉

Vit gleða okkum at síggja tykkum 🙂