Einsemisvikan

Í viku 17 varpaðu vit ljós á einsemi. Vit tosaðu um evnið og høvdu quiz, har spurningarnir vóru um einsemi.

Børnini vóru sera áhugað í hesum evninum og tey kjakaðust óført um, hvat einsemi er – tað er nevnliga ikki bert ein allýsing av hugtakinum.

Allir bólkarnir í spurnarkappingini hava eitt navn og vinnaranavnið til hesa quizzina var “Hjálpirót” 🙂 Vit hildu, at hetta navnið hóskaði seg sera væl til evnið 🙂

Ein av spurningunum var, at børnini skuldu nevna í minsta lagið 3 orsøkir til, at mann kann føla seg uttanfyri.

Svarini vóru:
-at mann er annaleiðis
-at mann er tjúkkur ella lítil
-at mann er brúnur
-at mann er blivin misbrútkur
-at mann er samkyndur
-at mann hevur tað ringt heima
-at mann verður happaður

Ein annar spurningur var, at børnini í minsta lagið skuldu nevna 2 ting, sum mann kann gera fyri at hjálpa einum, sum kennir seg einsamallan.

Svarini vóru:
-mann kann tosa við viðkomandi og geva honum uppmerksemi
-mann kann bjóða viðkomandi útvið
-fara yvir til viðkomandi, um mann sær, at hann er einsamallur
-at fara til “sygilok” 😉
-at siga okkurt gott um viðkomandi
-biða hann koma at spæla og bjóða honum ella henni heim at vitja

Síðsti spurningurin var, um tey kendu ella vistu um onkran, sum ofta følir seg einsamallan. Øll kendu tey til onkran, sum ofta følir seg einsamallan. Onkur fortaldi um ein nábúgva, sum altíð var øgiliga einsamallur og ikki fekk so nógva vitjan og onkur annar fortaldi um onkran floksfelaga, sum ofta var einsamallur. Tey øll vistu ella kendu onkran, sum ofta føldi seg einsamallan, og øll børnini høvdu eisini sjálvi roynt at kent seg einsamøll onkuntíð. Men at kenna seg einsamallan onkuntíð er ikki vandamikið, men um ein kennir seg einsamallan leingi og ongantíð hevur nakran at vera saman við, so kann tað fáa keðiligar fylgir, sum t.d. at mann ofta er keddur, fer at halda lítið um seg sjálvan, ikki orkar at ganga í skúla o.s.fr.

 

Tað týdningarmiklasta er at seta orð og varpa ljós á evnið, so vit øll gerast varug við trupulleikan, tí tað skal ikki so øgiliga nógv til, at ein ikki kennir seg einsamallan.
Saman um tikið, so riggaði tað sera væl, at taka eitt slíkt evnið upp til at varpa ljós á og fara vit heilt víst at varpa ljós á fleiri áhugaverd evnir 🙂