Køksfabrikkin – myndir :)

Seinasta hálva árið hava 4 bólkar verið í køkinum í Margarinfabrikkini og stákast. Ì hvørjum bólki vóru 4-5 børn, ið hava verið ein dag um vikuna í fýra vikur og kokkast. Vit hava mestsum bara nýtt vistfrøðiligar vørur við atliti til árstíð og vørur framleiddar í nærumhvørvinum, har mestsum alt hevur verið grønmeti. M.a. hava vit gjørt heimagjørda pitsu, pitabreyð, falafel, lambapylsur, tunesiskan rætt við avroðið, kili sin carne, marokkanska suppu við peanutbutter og søtepli, ríspappír rullur og teilendska suppu við rísnudlum og reyðrótaburgarar. 

Køksfabrikkin leggur dent á, at geva børnunum innlit í hvat vistfrøði er og hvør munurin er millum vistfrøðiligar vørur í mun til ikki vistfrøðiligar vørur. Soleiðis fáa børnini innlit í fólkaheilsu umframt heilsuna hjá umhvørvinum.

[fancygallery id=”7″ album=”38″]