Leygarmorgunin møttu fýra ungir væl upplagdir dreingir og ein genta, sum frammanundan høvdu melda seg til at hjálpa til við at gera vistfrøðiliga køkshavan, sum Margar leingi hevur ynskt sær. Vit byrjaðu við morgunmati og so fóru bæði ung og gomul til verka. Arbeiðsmoralurin var góður og tey ungu vísti hegni so tað baskar.
Vit í Margar hava eitt mál, sum er at hesin køkshavin skal vera liðugt sáðaður áðrenn maj mánaði er liðugur. Fríggjadagin komandi fara vit at hittast aftur, og tá vera smáir kassar bygdir úr brettum og endurnýtslu vindeygum, so vit fáa smá drívhús at planta í.
Takk fyri stóru hjálpina tit øll 🙂