Tweenarir hava leingi ynskt at sloppið ein túr við RIB 62 og í dag upprann dagurin so. Vit vóru 20, ið fóru oman í Vágsbotn har RIB 62 lá klárur. Spenningurin var stórur!! Vit býttu okkum upp í tvey,og síðan var farið avstað. Vit damlaðu út um kaiina og so setti førarin speedarin í botn og vit fóru nærum flúgvandi út um “Nyhavn”. Vit fóru flúgvandi á aldunum út ímóti Hoyvíkshólmi og hvinini og láturin vóru øðiligir. Hárið stóð í andarisi og kjálkarnir livdu sítt egna lív orsaka av tí øgiligu ferðini. Hvørja ferð báturin vendi, føldist tað sum um síðsti tímin var komin…..men tað var tað ið gjørdi, at tað eisini var so stuttligt og bønirnar um at túrurin ongan enda tók, fóru flúgvandi út í alheimin. Men bønirnar vórðu ikki hoyrdar og vit sigldu inn aftur, ríkað av góðari uppliving.
Í Vágsbotn skiftu vit manningina út og hin helvtin kundi nú uppliva ein bita av adrenalin súsinum, hini fyrru høvdu upplivað 🙂
Vit eru samd um, at hetta als ikki er seinastu ferð, vit gera ein slíkan túr 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”39″]