Margar Cup 2015

Hósdagin 18. juni skipaði Margarinfabrikkin fyri Margar Cup 2015. Margar Cup er ein stafett rennikapping, har lið úr 2. – 3. – og 4. flokki kunnu melda seg til, við trimum rennarum á hvørjum liðið. 13 lið høvdu meldað seg til, nøkur frá frítíðarskúlanum á Argjahamri, nøkur frá frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt og nøkur lið úr Margarinfabrikkini. Vinnandi liðið úr hvørjum flokki vann gullmedaljur og ferðasteyp varð latið 2. flokki, sum tey so hava til næsta ár, tá Margar Cup verður aftur.
Runnið varð uppi í viðarlundini og teinurin var uml. 1/2 km. Børnini orkaðu væl at renna, hóast tað kann vera eitt sindur hart at renna inni í viðarlundini. Øll góvu alt hvat tey áttu og eitt sindur afturat 🙂 Tá ið øll vóru liðug at renna, fingu tey sunkist og súrepli, áðrenn endaliga úrslitið bleiv kunngjørt og handanin av steypið og medaljum.
Ein fantastiskur dagur og vit gleða okkum til næsta ár 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”40″]