Hey tit,
Nú summari nærkast, nærkast eisini okkara summartilboð, SummarNám.
Margarinfabrikkin skipar – í døgunum 29/6 til og við 3/7 – fyri SummarNámi.
SummarNám er ein stuttligur og øðrvísi summarskúli fyri børn úr 2. flokki til og við 5. flokk.
Margarinfabrikkin hevur sæð ein tørv á at hava serligar upplivingar fyri børn í summarfrítíðini. Summarfrítíðin er long og nógv foreldur hava ikki møguleika at hava frí alt tíðarskeiði um summari, og hetta vil Margarinfabrikkin fegin gera okkurt við. Hesa vikuna sleppa børnini at læra øðrvísi ting, sum tey kanska ikki læra í vanligum skúlum. Tey læra at brúka náttúruna á ein øðrvísi hátt og tey sleppa at hugsavna seg, stuttleika sær og hitta nýggjar vinir.
Øll sum undirvísa eru á hvør sín hátt serfrøðingar og listafólk innan júst tí verksmiðjuna tey undirvísa í.
Hetta eru verksmiðjurnar og undirvísarar í SummarNámi 2015:
Træverksmiðjan (Joel Cole):
Ein stuttlig granskan av sniðið og natúrligum tilfarið.
Vit fara at fylgja tilfarinum frá tí livandi trænum til eitt liðugt listaverk, t.d. einum vasa, einari skál, einum tallerki ella einum ljósastaka.
Vit fara at læra skera, pussa, líma, skrúva og dreya træið.
Útilív (Sæbjørn Johannesen og Dagmar K. Clothier):
Ein vika við øllum tí náttúran og veðrið kann bjóða. Vit verða øll úti menniskju hesa vikuna.
Grafikverksmiðjan (Jóna Rasmussen):
Set títt fingramerki á pappír. Frá eini mynd í huganum til eina mynd á pappírinum. Vit læra hvat skal til, tá man fæst við grafikk.
KokkaRok (Selma D. Erol):
Matgerð og mat mentan. Frá náttúruni og á tallerkin. Vit fara hesa vikuna at matgera við ymiskum heilsugóðum rávørum og varpa ljós á hvussu vit kunnu eta umhvørvisvinarligt. Eisini fara vit at granska hvat føroyska náttúran hevur at bjóða.
Kroppur og Rørsla (Jóni B. Christiansen og Øssur D. Eiriksfoss):
Hvat megnar okkara kroppur og megnar hann meir enn vit vita av? Vit fara at bjóða kroppinum av og prógva fyri okkum sjálvum at vit bæði tora og duga nógv meir enn vit hildu vit gjørdu.
Leirverksmiðjan (Óluva Johannesen):
Hvat kann fáast burturúr einum klumpi av leiri? Ber til at nýta annað tilfar enn leir? Hetta verður nakað av tí vit fara at granska hesa vikuna.
KøkuRok (Ranvá Knudsen):
Ein vika við bakstri. Hvussu sær ein dreymakøka út og hvat skal til fyri at gera eina dreymakøku?
SummarNám endar við einum stórum tiltaki fríggjadagin. Hesin dagurin kallast “Frálíki fríggjadagur”, og tá verður møguleiki hjá øllum sum eru áhugaði at síggja hvat hesi børn og teirra undirvísarar hava fingist við ígjøgnum vikuna.
Freistin at tekna seg er 22/6. Eftir tilmeldingarfreistina fáa tit boð um tit eru tilmeldaði 1.,2. ella 3. val. Avmarka er við tali av luttakandi til SummarNám, so skundið tykkum at melda tykkum til.
Tilmeldingarskjalið til SummarNám er her: https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin2/SummarN%C3%A1m2015Tilmelding
Um tit hava eitt hvørt at spyrja um, kunnu tit skriva til okkum á fabrikkin@torshavn.fo
Tíðindir um SummarNám verða løgd út á okkara heimasíðu fabrikkin@torshavn.fo og https://www.facebook.com/margarin.fabrikkin?fref=ts
Við summarheilsan
Margarinfabrikkin