Seinasta barnadisko áðrenn summarfrítíðina

Fríggjadagin 26.juni verður seinasta barnadisko á hesum sinni. Hesa ferð er tað fyri 3.- og 4. flokk og eftirsum at hetta er seinasta barnadisko, so hava vit avgjørt, at tey sum fara í 3. flokk aftaná summarfrítíðina eisini sleppa við 🙂 Altso, tey sum nú ganga í 2. flokki og fara í 3. flokk aftaná summarfrítíðina, eru vælkomin í barnadisko í margar at dansa, spæla spøl, keypa úr kioskini og mangt annað stuttligt 🙂

Barnadisko er ókeypis fyri limir og kostar 20 kr fyri vinir. Kioskin er opin alt kvøldið og vit meta, at 50 kr í lummapeningi er meira enn nokk 🙂

Barnadisko í Margarinfabrikkini fríggjadagin 26. juni kl. 19:00 – 22:00!

Vit gleða okkum at síggja so nógv børn sum gjørligt hetta kvøldið 🙂