Nú er møguligt hjá limum í Margarinfabrikkini at melda seg til SummarNám.
Tíðindaskriv er í dag farið út til allar limir í Margarinfabrikini um tilmeldingina til SummarNám. Um tit av einari ella aðrari orsøk ikki hava fingið teldupost, skulu tit venda tykkum til okkum við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo
Sum tað stendur í teldupostinum hava limir í Margarinfabrikkini framíhjárætt, skilt soleiðis at tilmeldingin fyrst er opin fyri limir, og eftir tað freistina, sum er 12. juni, kunnu øll onnur melda seg til SummarNám.
Plássini sum verða lutaði, verða lutaði eftir “først til mølle” leistinum, so tað er at skunda sær, um tú vilt vera vís/ur í at luttaka í verksmiðjuni tú hevur ynskt.