Tíðindaskriv

So er summarfrítíðin væl og virðiliga byrja. SummarNám er júst farið aftur um bak og eydnaðist sera væl. Allar 7 verksmiðjurnar vóru fult teknaðar, og bæði børn og vaksin fingu nógv burturúr 🙂 Á facebook vangasíðu okkara síggjast myndir í hópatali frá allari vikuni 🙂 Myndirnar fara eisini at koma á heimasíðu okkara um ikki alt ov langa tíð.
Vit vilja takka fyri eitt stuttligt og hendingaríkt ár í Margarinfabrikkini og gleða okkum til at síggja nýggj og kend andlit aftur, tá ið vit lata upp aftur aftaná summarfrítíðina mánadagin 17. aug. kl. 12:00 🙂

Okkara fasta virksemið verður áleið tað sama, sum farna árið.

Mánadag
kl. 14:00 – 16:00 Yoga/Avspenning (bert fyri limir)

Týsdag
kl. 14:00 – 17:00 Drama á loftinum (bert fyri limir)
kl. 15:00 – 17:00 Fótbóltur í Gundadali ella fótbóltskapping á plattinum uttanfyri (øll kunnu vera við)

Mikudag
kl. 15:00 Spurnarkapping (øll kunnu vera við)
kl. 15:00 Tweentime (øll, sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)

Hósdag
kl. 13:00 – 17:00 Tónleika frálæra allan dagin (bert fyri limir)
kl. 15:00 – 17:00 Fiskitúrur (bert fyri limir)

Fríggjadag
kl. 13:00 – 17:00 Kreaverkstaður á loftinum (øll kunnu vera við)

Meira fæst at vita um okkara virksemið her á heimasíðuni og hvussu ein kann gerast limur í Margarinfabrikkini 🙂