Køksfabrikkin og drama byrja aftur í heyst 🙂
Allir limir í Margarinfabrikkini hava møguleika fyri at melda seg til køksfabrikkina og/ella drama. Eitt tíðindaskriv verður sent út í næstum til allar limirnar við nærri kunning um tíðir og nær ein kann melda seg til.
Selma Dahl Erol hevur køksfabrikkina og pláss er fyri 4 børnum hvørja ferð.
Vistfrøði er ein spurningur um heilsu og at ansa eftir umhvørvinum. Vit fara at kanna hvussu okkara matarskipan ávirkar umhvørvið, og vit fara at matgera við heilsugóðum og vistfrøðiligum vørum. Vit fara m.a. at royna okkum við matvørum frá okkara heimliga umhvørvið 🙂
Beinta Clothier undirvísir í drama har m.a smá dramaspøl, kropsvenjingar, improvisatiónir og konsentratiónsspøl vera á skránni. Endamálið við drama er m.a., at læra at traðka fram, og tora at vísa eina aðra síðu av sær sjálvum 🙂