Samrøðubólkur fyri ung hvørs foreldur eru farin hvør til sítt
At vera tannáringur, er at vera eitt stað í lívinum við nógvum avbjóðingum. Kensluliga og kroppsliga henda stórar broytingar. Og samstundis sum lívið er spennandi, kann tað kennast ótrygt. Hesa tíðina í lívinum hava tey ungu serliga tørv á einum tryggum heimi og rúmandi foreldrum. Hjá teimum, ið mugu flyta ímillum tvey heim og tveir gerandisdagar, krevur tað eyka orku at vera til. Tá er gott at hitta onnur í somu støðu.
So tit ungu, nú hava tit møguleika at koma í samrøðubólk, mikudag kl.15 til 17. Vit venda lívinum og vit vit hugna okkum.
Tilboðið er galdandi fyri øll ung, og tað er ókeypis.
Tað vera Salua Manai og Ingvør Weihe, námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, ið vera bólkaleiðarar.
Er hetta nakað fyri teg, kanst tú ringja til Ingvør tlf. 215775 ella senda henni eini boð á facebook.