Barnadisko 9. okt :)

Tað eru nóóógv børn, sum gleða seg meeeega nógv til næsta barnadisko fyri 3. og 4. flokk verður aftur 🙂 Næsta barnadisko verður altso fríggjakvøldið 9. okt – beint áðrenn heystfrítíðina, og sum vant kostar tað 20 kr fyri vinir at koma inn og ókeypis fyri limir. Dyrnar lata upp kl. 19:00 og vit halda áfram líka til kl. 22:00 🙂 Tað er nokk at hava 50 kr við í lummapeningi til okkurt lekkurt úr kioskini, sum er opin alt kvøldið 😉

Seinasta barnadisko áðrenn jól verður í viku 47 fríggjakvøldið 20. nov. 🙂