So varð heystfrítíðin liðug :)

So fór heystfrítíðin afturum 🙂
Vit lata upp aftur mannsterk í morgin 19. okt. kl. 13:00 og gleða okkum til at síggja øll aftur 🙂

Tað eru nøkur viðurskifti, ið børn og foreldur skulu vera varðug við. Av tí at arbeitt verður í uppgongini frammanfyri, brúka vit IKKI inngongdina framman – hon sum vendir móti Tórsgøtu. Vit brúka inngongdina aftanfyri Margarinfabrikkina. Eisini skulu vit gera vart við, at vit lata ikki upp fyrrenn kl. 13:00 í morgin, orsaka av arbeiðinum sum fer fram.

Tað er blivi myrkt og kalt í veðrinum og áðrenn vit vita av, so er jól 🙂 Hetta er ein deilig og hugnalig tíð í Margarinfabrikkini og sum altíð, er mangt og hvat á skránni. Vit fara aftur í ár at pynta jólasmátturnar, sum standa niðri í Vágsbotni, og fyrireikingarnar fara longu í gongd nú. Evnið í ár verður aftur DIY, men hesa ferð vintage DIY 🙂 T.V.S. at vit aftur í ár gera pyntið sjálvið burturúr ymiskum endurnýtslutingum og ymiskum, ið vit finna úti í náttúruni, men tað sum verður eitt sindur øðrvísi hesaferð er, at tað hevur ein meira vintage (gamalt, men gott) dám yvir sær 🙂 Vit leggja so hvørt út á heimasíðuna, hvat vit gera, annars gera vit okkurt smátt hvønn dag og fríggjadag, tá kreaverkstaður er, brúka vit allan dagin burtur av bara til tað 🙂 Smátturnar skulu vera klárar 28. nov, tá ið jólatræið verður tendra, so vit hava góða tíð at gera smátturnar hugnaligar og vakrar 🙂

Annars fer mangt og hvat at henda í Margarinfabrikkini komandi tíðina, so tað er bara at halda eyga við heimasíðu okkara og facebookvangan. Limir fáa tíðindaskriv sendandi sum vant 🙂

Vit síggjast 🙂