Tíðindaskriv heystið 2015

Tíðindaskriv Heystið 2015

 

Góðu tit 🙂

Nú er heystið komið og heystfrítíðin nærkast. Børnini hava funnið seg til rættis í Margarinfabrikkini  og vit mugu siga at tey eru serstakliga fitt og dugnalig og tað er ein æra at vera um tey í gerandisdegnum.

Virksemið í vetur verður á leið tað sama sum áður, tó við nøkrum smávegis broytingum og nýggjum virksemi.

 

Foreldrakaffi:

Komandi hósdag 22.10.2015 kl. 15.00- 16.30 verður foreldrakaffi í Margarinfabrikkini. Foreldur, verjar, ommur, abbar, gummur, gubbar, systkin og annans øll sum vara av eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til ein drekkamunn og eitt prát.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Barnadisko:

Fríggjadagin tann 09.10.2015 kl. 19.00-22.00, verður Barnadisko fyri 3. og 4. flokk í Margarinfabrikkini. Vit fara sum vanligt at hugna okkum við ymiskum dansispølum og kappingum og kioskin verður opin. Vit meta at 50 kr. er ivaleyst hjá børnunum at hava við í lummapeningi.

Kostnaður fyri vinir er 20 kr. og ókeypis fyri limir.

Køksfabrikkin:

Eins og áður nevnt verður køksfabrikkin eitt tilboð til børnini í vetur. Køksfabrikkin er ein verkstova har børnini gera sunnan og vistfrøðiligan kost saman við Selmu. Av tí at Selma lesur agroøkologi og skal til royndir, er enn eitt sindur óvist nær verkstovan byrjar, men hon verður fýra fylgjandi týsdagar frá kl. 14 – 16.30 og møguligt er at melda seg til nú. Um tykkara barn ynskir at royna hettar, skulu tit skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Tað er pláss fyri fýra børnum hvørt skeið.

Barnajól:

Saman við kunningarstovuni  skipar Margarinfabrikkin fyri Barnajól aftur í ár. Barnajól er ein barnamentanardagur, har børn og vaksin, kunnu royna seg á ymiskum verkstovum inni í Margarinfabrikkini og húsunum í umhvørvinum. Vit hava áður roynt verkstovurnar Jólabakarí, Bommfabrikk, grafik, leir o.a. Hetta er ein sera hugnaligur dagur og vit plaga at hava nógv vitjandi hendan dagin. Barnajól er fyri øll og verður leygardagin 5. des.

Endaligu skránna til Barnajól fáa tit sendandi seinni.

Fiskitúrar:

Fiskitúrarnir sum enn eru hósdagar, fara at steðga tann 29. Oktobur. Tá verður so tíðliga myrkt at vit ikki halda at tað er ráðiligt at fara. Vit fara tá at skoyta ella svimja teir dagarnar ístaðin.

Fiskitúrarnir byrja aftur mótið vári.

Barnakór:

Sum nakað nýtt verður tað í vetur møguligt hjá børnunum at ganga til kór í Margarinfabrikkini. Kórvenjing verður fríggjadagar og byrjar aftaná heystfrítíðina. Søren Pedersen sum er starvsfólk í Margarinfabrikkini og sum undirvísir í tónleiki á flestu skúlunum í Havn, fer at leiða kórið. Vit vóna at bæði gentur og dreingir hava áhuga, og halda hetta verða stuttligt at royna. Neyðugt er at tekna seg til kór og tað gera tit á fabrikkin@torshavn.fo

Tónleikabólk:

Av tí at tað eru so nógv børn sum hava áhuga og ynskja at sleppa til tónleikafrálæru, hava vit avgjørt at gera ein ella fleiri tónleikabólkar. Børnini sum eru til frálæru hvørja viku eru sera evnarík, og nøkur teirra gera løg og tekstir, sum vit halda at vit skulu taka í álvara. Tí hava vit avgjørt at geva øllum limunum møguleikan av vera í einum tónleikabólki, har ein undirvísari hevur ábyrgd av at leiða samanspælið, fanga hugskot og leggja teimum lag á. Søren Pedersen fer eisini at hava ábyrgd av bólkinum og børnini mugu verða teknaði til hesa verkstovuna. Sendi ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo við navni á barninum.

 

Samrøðubólkar:

Bólkarnir eru fyri børn í 3.–6. fl. hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum. Bólkarnir fara at byrja fyrst í komandi ári

Tað vera Salua Manai, leiðari og námsfrøðingur og Ingvør Weihe, námsfrøðingur og psykoterapeutur, ið koma at leiða bólkarnir.

Um tit ynskja at barn tykkara luttekur í bólkinum kunnu tit seta tykkum í samband við Ingvør tlf. 215775 ella skriva til ingvorih@gmail.com

 

Umbygging:

Øll wc´ini og trappugongin niðanfyri (tórsgøta) eru undir umbygging, hetta merkir at vit hava einki wc fyrrenn aftaná heystfrítíðina. Ætlanin er at fara í gongd við trapuuppgongina aftaná heystfrítíðina,  tá verður nógvur larmur og nakað av støvi í húsinum. Meðan hettar verður gjørt er neyðugt at nýta hurðina í erva (sum vendur móti Ruba).

Vónandi fer hetta at ganga skjótt og væl.

Hetta var tað á hesum sinni, tit frætta frá okkum aftur, um okkurt nýtt og spennandi fer av bakkastokki.

 

Vinarliga

Starvsfólkini í Margarinfabrikkini