So fóru børnini í køksfabrikkini aftur til verka í dag, og hesaferð varð borðreitt við grýturætti v/ soppafarsið og reyðrótapasta 🙂 Ein ótrúliga lekkur rættur, sum eisini er kjøtfríur! Lætt og skjótt at gera 🙂 Sí uppskrift her:
Tilfar (umleið 4 fólk):
3 bátar av hvítleyki
ingifer
1 leyk
1 piparfrukt
2 gularøtur
1 dós av kikertrum
1 dós av limabønum
1 dós av tomatum
100 gr av frystum spinati
100 gr av frystum ertrum
100 gr av frystum bønum
1 pk av Quorn soppafarsi
1 pk av fullkornspasta
Afturvið: rivnan ost, mozzarellaost , sólturkaðar tomatir og oliven.
Mannagongd:
1. Sker hvítleyk, ingifer, leyk, piparfrukt og gularót í bitar og steik alt í eini grýtu við olju.
2. Lat soppafarsið í og lat steikja inn til tað er tiðnað.
3. Blanda at enda dósatomatir, kikertrar, grønar ertar, spinat og bønir í grýturættin.
4. Hita í 15-20 minuttir afturat og smakka til við kryddaríum. Vit lukta til kryddaríini og nýta tey kryddaríini, sum okkum dámar best. Hetta kann eitt nú vera spidskommen, kili, oregano og eitt sindur av karry, men ALT ber til
5. Kóka pasta eftir leiðbeiningini á pakkanum.
6. So er klárt at eta
Vælgagnist! 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”59″]