Køksfabrikkin :)

So fór køksfabrikkin í gongd aftur 🙂
Hesaferð var matskráin pizza við kikkertrabotni og eitt spennandi lekkurtsligt salat afturvið 🙂 Maturin ið verður gjørdur í køksfabrikkini er eitt sindur øðrvísi. Hann er øðrvísi á tann hátt, at tilfarið er ikki júst tað, ið flestu børnini eta hvønn dag. Her kann talan vera um ymiskt spennandi grønmeti og kryddarí. Alt tilfarið, ið verður brúkt er vistfrøðiligt, og nógv av kryddarínum, sum vit brúka, fáa vit úr okkara egna køkshava 🙂
Av tí at børnini eru við í tilgongdini, so tora tey eisini betri at royna allan matin. Tey síggja hvussu hann verður tilgjørdur og so eru tað eisini tey sjálvi, ið gera matin 🙂

[fancygallery id=”7″ album=”57″]