Afrikansk suppa við søtepli, peanutbutter og svørtum bønum (4-5 persónar).
1 spsk av oliven olju
1 spsk av Thai red curry pasta
1/2 tsk av kaneli
1 reyðan leyk, skerast í smáar bátar
4 hvítleyksbátar, skerast heilt smátt
1 stórt søtepli, skerast í smáar terningar
1 stóra gula piparfrukt, skerast í smáar terningar
400 gr av svørtum bønum (antin úr dós ella settar í blot yvir nátt og síðani kókað eftir vegleiðingini á pakkanum)
3 dl av grønmetissoðið
3-4 spsk av peanutbutter
1/2 tsk av reyðum kiliflykrum
Fríska koriander
1 lime
salt og svart pipar
1. Hita oljuna í einari stórari grýtu og lat karry pasta og kanel í. Rør í nakrar minuttir og lat síðani leykin, hvítleykin, søtepli og piparfrukt í eisini.
2. Lat bønir, soð og peanutbutter í. Rør alt væl saman og lat kiliflikrur og koriander í.
3. Lat suppuna koma upp í kók og lúka oman á grýtuna. Harnæst skal suppan smákóka við lágum hita inntil grønmeti er bleytt, umleið 25 minuttir.
4. Rør saftina frá 1 lime í og smakka til við salti og pipari.
Vælgagnist 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”61″]