Tað mugu vera børnini hjá grannanum !

Mamma..!,?

“Altso, ikki tí at vil nakað serligt við hesum, men tú veitst væl av at summi børn eru heima, sjálvt um tey bara eru eitt sindur forkølaði. Tað sleppi eg ikki ! Eg sleppi bara um eg havi febur ella spýggi ! Hví er tað so ?”

Kennir tú tað ? Allir spurningarnir man fær sum foreldur, sum gera okkum ósikkur og vit fara at ivast í um vit tóku røttu avgerð, og so samvitskan fyri ikki at tala, gerst svørt sum kol ? Spurningar í túsindatalið, sum ikki hava nakað einfalt svar og har eingin vegleiðing fylgir við.

Hesar støðurnar gera ofta tað, at vit verða kedd, tá ið vit síggja okkara gullklumpur fær vát eygu.

*****

Men veitst tú hvat ?

Tað finnast foreldur, sum tora at standa við sínum avgerðum. Foreldur sum við mynduleika, púra róliga og tolin geva sínum børnum tryggleika við sínum týðiligu rammum.

Tað finnast foreldur, sum við einum smíli og stórum forstáilsi, geva børnunum einføld svar uppá stóru og torføru spurningarnar lívið kann bjóða. Tey megna at fáa børnini at virða tey og fáa ofta børn sum eru harmonisk og í samljóði við onnur.

Hesi foreldrini eru týðilig og børnini hava álit á teimum, og tað ger, at børnini kenna seg trygg. Tí at tá ið børn uppliva, at foreldrini eru ein rættvísur mynduleiki, fáa tey álit á foreldrini og kenna tað sum sína skyldu at gera sum foreldrini ynskja. Og tá er tað ikki neyðugt við samsýningum og revsing, tí at tá fylgja børnini reglunum, hóast foreldrini ikki eru til staðar.

Tú hugsar kanska, at tað má vera børnini hjá grannanum ?

Men tað er í roynd og veru ikki so torført. Øll kunnu klára tað.
Tú kanst eisini koma úr tínum iva og gerast vísur í tíni sak.

Tú kanst læra eina strategi, sum ger tað møguligt hjá tær at blíva tað týðiliga og gløgga foreldri, sum veit nær nokk er nokk.

Og torir at halda fast við avgerðirnar tú tekur. Á ein virðiligan hátt, sjálvandi.

Um tú vilt vita meira um hetta, trýst á leinkjuna niðanfyri.

http://wizemeup.dk/saadan-saetter-du-graenser-saa-det-virker/

Vinarliga

Familiepsykolog Erla Heinesen Højsted