So fór Barnajól 2015 aftur um bak og vit eru so ovurfegin um dagin 🙂 Øll tey mongu vitjandi, sum royndu tær ymsu verkstovurnar, øll tey røsku børnini sum upptrakaðu, hjálptu til á sjálvum degnum og við øllum fyrireikingunum áðrenn dagin, uttan tykkum hevði dagurin ikki eydnast so væl 🙂
Hóast alt var ókeypis á degnum, so valdu vit at selja kaffi og køkur, soleiðis at innkomni peningurin kundi latast Í menniskjum góður tokki, sum vit eisini hava gjørt undanfarin ár. Peningurin, ið kom inn, var áljóðandi 1300 kr og fer hann allur óskerdur til Í menniskjum góður tokki 🙂
1000 takk fyri hesaferð og vit gleða okkum longu til komandi ár 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”66″]