Kjøtfríur Mánadagur x 4: Nøt- og kjarnufrikadellur í rullu við grønmeti og tahinsós
Tilfar: Frikadellurnar: 180 g av nøtum (í dag brúkti vit heslinøtir og valnøtir) 70 g av sólblómukjarnum 300 g av gularótum 100 g av pastinakki 3 egg 120 g av soppum 1 leyk Eitt sindur av olivinolju Salt, pipar og gurkumaja Tahinsós: tahin, hvítleyk, leyk, olju, sterkan sinnop, gurkemaju, kili, soyu, salt og pipar. Framferðarháttur: 1. Hakka fínt nøtir, kjarnur, gularøtur, pastinakk, soppar og leyk hvør sær í eini hvirlu. 2. Blanda alt saman í einum bolla og rør egg og olju í. 3. Smakka til við salti, pipari og gurkumaju. 4. Set á køl í uml. 15 min., áðrenn frikadellurnar skulu steikjast á pannuni. 5. Tahinsós: Hakka hvítleyk og leyk heilt smátt og steik í olju á pannuni. Lat í eitt ílat við olju, sterkum sinnopi, gurkemeiu, kili, soyu, salti og pipari. Lat at enda tahin í og rør saman. 6. Hita pannuna væl, áðrenn frikadellurnar verða lagdar á. Minka um hitan, tá ið frikadellurnar eru komnar á pannuna. Brúka olju ella smør at steikja í. 7. Lat nøtu- og kjarnufrikadellurnar, grønmeti og tahinsós í matrullurnar og so er klárt at eta. Vælgagnist 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”62″]