Nú tað er blivi myrkari og veðrið kanska ikki altíð er av tí allarbesta, so er fiskingin liðug fyri í ár. Men fellið ei í fátt, tí ístaðin fyri fiskingina, fara vit á skoytubreytina hvønn hósdag 🙂 Tað er sama mannagongd, sum við fiskingini, tilmeldingarlisti liggur í kioskini og har skriva børnini seg upp 🙂
Tað fer altíð ein vaksin við teimum, og minnist til, at klæða tykkum í eftir veðrinum, tí tað er rættiliga kalt, og tað kann meira enn so henda seg, at tað fer at regna 😉
Niðanfyri síggja vit myndir frá síðstu viku, tá vit vitjaðu uppi á skoytubreytini 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”65″]