Myndir frá paintball :)

So vóru tweenarnir aftur á ferð 🙂
Hesu ferð gekk leiðin inn á Sund, har vit skuldu spæla Paintball. Spenningurin var øðiligur, áðrenn vit fóru. Dreingirnir møttu spentir upp (tað vóru tíverri ongar gentir við), og tosað var um strategiir og um hvør skuldi vera á hvørjum liði osfr. Vit tóku býarbussin inn á Sund og komin oman har vit skuldu verða, fingu vit kunning um hvussu og hvat, og hvørji atlit skuldu takast. Liðini blivu býtt upp og so var farið út á basuna…… Skjótt er at brúka 100 skot og alt ov skjótt var hesin dagurin av, men stuttligur var hann 🙂
Vit endaðu niðri í Margarinfabrikkini, har vit ótu pizza og hugnaðu okkum 🙂
Hattar má endurtakast, var nidurstødan aftaná dagin:)

 

[fancygallery id=”7″ album=”69″]