Myndir frá síðstu vikuni áðrenn jól :)

Myndir frá síðstu vikuni áðrenn jól 🙂 Vit hava m.a. stákast við jólakøkuhús, verið uppi á í venjingarhølunum og fingið autograf frá ongum minni enn X – factor Jógavn og Sakaris 🙂 🙂
ì dag var so seinasti dagur, og vit hava hugnað okkum óført 🙂 Tað vóru nógv børn, sum høvdu leitað sær oman í Margarinfabrikkina í dag til jólahugnan, so tað var rokan í fjørðuni 🙂 Vit fingu góðan rísingreyt og fýra heppin børn fingu mandlugávu 🙂 Jólapakki var til øll børnini við nógvum leskiligum í, og til millummála fingu vit heitar holukøkur – ein super hugnaligur dagur 🙂

Margarinfabrikkin er nú farin í jólafrí. Vit lata uppaftur 4. jan. kl. 12 🙂

Gleðilig jól og eitt gott nýggjár verður ynskt tykkum 🙂

[fancygallery id=”7″ album=”70″]