So vóru tweenarnir aftur á ferð – hesaferð á skoytubreytini 🙂 Tað er so deiligt, at so nógvir tweenarir møta trúfastir upp hvønn mikudag, tá tween er 🙂 Men tað er eisini nakað heilt serligt at vera tweenari 😉
Tað hendir altíð okkurt spennandi og tað kemur meira enn so fyri, at okkurt leskiligt verður borðreitt 😉
Tween er hvønn mikudag frá kl. 13-17 fyri børn úr 5. – og 6. flokki. Tað er bara at møta upp og fylgja við á facebook og heimasíðu okkara fyri at síggja hvat hendir 🙂
[fancygallery id=”7″ album=”64″]