So er gerandisdagurin byrjaður aftur, og tað var nakað hart hjá okkum øllum at skula upp tíðliga í morgun. Sum tit vita, so hevur Margarinfabrikkini verið stongd í dag. Men, men, men vit hava nú skimma og gjørt klárt at taka ímóti børnunum í morgin kl. 12.
Vit gleða okkum at síggja bæði limir og vinir 🙂
Komandi vikuna fara vit at senda tíðindaskriv út til limirnar, har vit greiða nærri frá hvørjar aktivitetir vit fara at bjóða fram til summar. Alt sum var áðrenn jólaferiuna heldur áfram, so sum matgerð, tónleikafrálæra, skoyting, tweens, fótbóltur, quiz og svimjing. Tó kemur okkart afturat í feb.
Meira er at lesa um hvønn dag hesir aktivitetirnir eru í okkara kalendara á síðuni.
Síggjast í morgin 🙂