Bommdagur í Margarinfabrikkini føstulávintsmánadag 8 feb.

Mándagin verður stóri bommdagurin í Margarinfabrikkini :)

Vit fara at hugna okkum við góðum tónleiki, spølum og sjálvandi einari bommmenu.

Vit byrja á leið kl.14.00

Á skránni verður stoppdans og limbo. Seinni finna vit bestu, stuttligastu og løgnastu grýluna :)

Matskrá:

Chips, sunkist, sleikisneis, sjokoláta, bolli við nutella og soft ice

Tað kostar 20 kr fyri limir og vinir, og vit brúka ikki matkortið í samband við bommdagin