At skelda og finnast at, fer inn gjøgnum tað eina oyra og út gjøgnum hitt hjá tínum tannáringi.
Tú kennir tað heilt sikkurt gott. Tú sigur tað sama umaftur og umaftur við tín tannáring, men tað tykist sum um tað ikki rínur við.
Ofta hevur tað við sær at tú gerst meira og meira ørg/argur og enn meira ráðaleys/ur. Nú havi eg skelda um hettar so ofta, nær fer tað at rína við ?
Í roynd og veru finst ein frágreiðing um hetta, ið er heilt natúrlig, og sum vónandi vil fáa teg at royna hendan framferðarháttin, næstu ferð tú gjarna vil læra tín tannáring nakað.
Granskarar hava nevniliga mált heilan hjá tannáringum meðan mamman skeldar. Tá ið slíkar kanningar verða gjørdar, kann man síggja hvørji umráði í heilanum eru virkin.
Tað ið funnið er fram til er, at tá ið tannáringurin verður skeldaður, gerst heilin meira virkin í tí økinum, ið stýrir kenslunum, samstundis sum umráðið, ið stýrir skynseminum og rationellari hugsan stigvíst ”lukkar niður”.
Tað vil siga, at tín tannáringur verður kensluliga ávirkaður, men kann ikki brúka tað til nakað skynsamt.
So næstu ferð, tú er um at skelda og finnast at tínum tannáringi, hugsa so um hvat tú ístaðin kann gera !